Vit tú mennast sum leiðari? Tørvar tær íblástur og vitan um leiðslu? Kom á skeið og fá viðkomandi vitan og amboð á ferðini at leiða og gera mun í tínum umhvørvi.
Endamál
Endamálið er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um leiðslu og um møguleikar og avbjóðingar hjá leiðarum. Á skeiðnum fara vit at hyggja at eyðkennum fyri góða leiðslu og øðrum viðkomandi evnum og knýta tey til praksis.
Innihald
- Hvat er leiðsla?
- Eyðkenni fyri góða leiðslu
- Leiðaratrivnaður
- Relatiónsleiðsla
- At vera leiðari í lítlum samfelagi
Tú fært
- Grundleggjandi vitan um leiðslu, grundað á praktiskar royndir
- Viðkomandi tilfar á føroyskum
- Skeiðsváttan
Praktiskar upplýsingar
Nær: Týsdagin 17. februar kl. 9.00-15.30.
Stað: Hotel Runavík.
Tilmelding og kostnaður
Tilmelding á atgongumerki.fo.
Kostnaðurin er2.600 kr. u/mvg (íroknað er morgunbiti, miðmáli og skeiðstilfar).
Tilmeldingarfreistin er 13. februar.
Skeiðshaldari
Rúni Rasmussen, stovnari av RR Consulting, hevur fjølbroyttar leiðsluroyndir. Hann er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur MBA í broytingarleiðslu. Hann hevur síðuna leidsla.fo. Rúni leggur í undirvísingini dent á at knýta royndir og tað fakliga saman, og at luttakarar læra í felag og av hvørjum øðrum.
Um RR Consulting
RR Consulting er føroyskt ráðgevingarvirki, sum arbeiðir við leiðslu, organisatiónsmenning og strategi. RR Consulting skipar eisini fyri skeiðum og tiltøkum.
