Dátuvernd
Galdandi frá: 15.01.2026
Dátuábyrgdari: RR Consulting. Eigari: Rúni Rasmussen.
Samband: info@rrc.fo.
Heimasíða: www.rrc.fo.
Innihald: Hesin politikkur greiðir frá, hvussu RR Consulting savnar, viðger, goymir og verjir persónupplýsingar. Og eisini eru ásetingar um tíni rættindi.
1) Virkisøki og sløg av persónupplýsingum
RR Consulting veitir ráðgeving, greining, verkætlanarleiðslu og hjálp í samband við setanir/HR-tilgongdir. Tað merkir, at vit viðgera persónupplýsingar um:
· Kundar og kontaktpersónar (t.d. navn, teldupost, arbeiðsstað, samskiftissøga).
· Luttakarar á skeiðum/verkstovum (t.d. luttakaralistar, eftirmetingar).
· Umsøkjarar/umsóknir (um vit hjálpa í setanum – antin sum dátuábyrgdari fyri egna setan ella sum dátuviðgeri fyri kundan).
2) Endamál og viðgerðargrundarlag
Vit viðgera persónupplýsingar bara, tá tað er neyðugt og við lógligum grundarlagi, t.d.:
· Avtala og tænastuveiting (ráðgeving, verkætlanir, setanartilgongdir).
· Lógligar skyldur (t.d. bókhald).
· Rakstur og virksemi (t.d. at menna tænastur, tryggja rakstur og samskifti).
· Samtykki, tá tað er neyðugt (t.d. marknaðarføring/tíðindabræv og cookies). Samtykki skal vera greitt, sjálvboðið, sundurbýtt eftir endamáli, og lætt at taka aftur; og vit skulu kunna skjalprógva tað.
3) Setanir og viðgerðir
Tá vit hjálpa kunda við setan:
· Kundin er vanliga dátuábyrgdari, og RR Consulting er dátuviðgeri.
· Vit viðgera bara eftir áheitan frá kundanum og gera skrivliga dátuviðgeraravtalu við kundan, har m.a. trygd, endamál, goymslutíð og undirdátuviðgerar verða ásett.
4) Móttakarar, dátuviðgerar og flutningur
Vit kunnu brúka veitarar (dátuviðgerar) til t.d. teldupost, samskifti og dátugoymslu. RR Consulting brúkar m.a. Office 365, OneDrive, Dropbox, og onnur arbeiðsamboð.
· Vit gera dátuviðgeraravtalur við dátuviðgerar, tá tað er kravt.
· Vit hava eftirlit við viðgerðartrygdini, tí dátuábyrgdarin skal kunna vísa á, at lógarásetingar verða hildnar.
Um dátuviðgerar/undirdátuviðgerar eru í øðrum londum, tryggja vit, at flutningur er lógligur, og at krav um trygd og skjalfesting eru í lagi.
5) Eftirlit við dátuviðgerum
Eftirlitið verður skipað eftir váða (lítil/míðal/stórur). Er váðin lítil, kann eftirlitið vera einfaldari; er váðin stórur, skal eftirlitið vera nágreiniligari og títtari.
Eftirlit kann m.a. vera:
· skrivlig váttan/skjalfesting frá veitaranum.
· gjøgnumgongd av trygdartiltøkum.
· ella, um neyðugt, ítøkilig kanning/audit
Um dátuviðgeri brúkar undirdátuviðgera, skulu somu krøv setast, og vit skulu tryggja okkum, at eftirlit eisini fevnir um undirdátuviðgerar.
6) Viðgerðartrygd (tøknilig og skipanarlig tiltøk)
Vit arbeiða váðagrundað: vit meta um váðar og seta tiltøk í verk, so trygdarstigið er hóskandi. Dømi um tiltøk:
· atgongdarstýring (bara neyðug rættindi).
· logg/eftirlit við atgongd.
· trygdargoymsla og trygdaravrit.
· arbeiðsgongdir fyri trygdarbrot.
7) Goymslutíð og striking
Vit goyma persónupplýsingar bara so leingi, sum neyðugt er til endamálið, ella so leingi sum lóggáva krevur. Tá endamálið er liðugt, verða upplýsingar strikaðar/avmarkaðar á tryggan hátt (t.d. sambært avtalu við kunda og dátuviðgeraravtalu).
8) Tíni rættindi
Tú hevur m.a. rætt til:
· innlit í tínar upplýsingar
· rætting
· striking (í ávísum førum)
· avmarking
· mótmæli (í ávísum førum)
· dátaportabilitet (í ávísum førum)
· og at taka samtykki aftur, tá viðgerð byggir á samtykki
Hvussu tú brúkar rættindi: send teldupost til info@rrc.fo. Vit kunna biðja um staðfesting av samleika. Vit svara skjótast gjørligt.
Kæra: Tú kanst kæra til Dátueftirlitið, sí niðanfyri.
9) Kennifílupolitikkur
Hvat eru kennifílur?
Kennifílur/farspor (cookies) eru smáar dátufílur, sum kunnu verða goymdar á tíni eind, tá tú vitjar okkara heimasíðu. Tær kunnu vera neyðugar, greiningarkennifílur og marknaðarføringskennifílur.
Hvørjar kennifílur brúka vit?
Okkara heimasíða kann brúka:
· Neyðugar kennifílur (at fáa síðuna at virka, trygd, grundleggjandi funktiónir).
· Greiningarkennifílur (at skilja nýtslumynstur og betra síðuna).
· Marknaðarføringskennifílur (t.d. til sosialar miðlar ella at máta lýsingarátøk).
Um tú sært innihald frá t.d. sosialum miðlum (t.d. LinkedIn, Facebook), seta hesir miðlar kennifílur sambært teirra egnu treytum.
Samtykki til kennifílur
Vit seta ikki greiningar- og marknaðarføringskennifílur uttan samtykki. Samtykki:
· skal vera virkið (t.d. klikk), ikki frammanundan krossaðir puntar
· skal vera sundurbýtt (tú kanst velja hvønn bólk sær),
· og skal vera lætt at taka aftur.
Tú kanst broyta/taka samtykki aftur í kennifílustillingunum á heimasíðuni (ella við at strika/blokera kennifílur í tínum kaga).
Endurskoðan: Politikkurin verður dagførdur, tá broytingar verða í tænastum, tólum ella lógarkrøvum.
10) Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt at kæra viðgerð av tínum persónsupplýsingum av RR Consulting til Dátaeftirlitið:
Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
+298 309100
dat@dat.fo