Dátuvernd

Galdandi frá: 15.01.2026
Dátuábyrgdari: RR Consulting (einstaklingavirki). Eigari: Rúni Rasmussen.
Samband: info@rrc.fo.
Heimasíða: www.rrc.fo.
Innihald: Hesin politikkur greiðir frá, hvussu RR Consulting savnar, viðger, goymir og verjir persónupplýsingar. Og eisini eru ásetingar um tíni rættindi rættindi.

1) Virkisøki og sløg av persónupplýsingum 

RR Consulting veitir ráðgeving, greining, projektleiðslu og hjálp í samband við setanir/HR-tilgongdir. Tað merkir, at vit kunnu viðgera persónupplýsingar um:

·       Kundar og kontaktpersónar (t.d. navn, teldupost, arbeiðsstað, samskiftissøga).

·       Luttakarar á skeiðum/verkstovum (t.d. luttakaralistar, eftirmetingar).

·       Umsøkjarar/umsóknir (um vit hjálpa í setanum – antin sum dátuábyrgdari fyri egna setan ella sum dátuviðgeri fyri kundan).

2) Endamál og viðgerðargrundarlag

Vit viðgera persónupplýsingar bara, tá tað er neyðugt og við lógligum grundarlagi, t.d.:

·       Avtala og tænastuveiting (ráðgeving, projekt, setanartilgongdir).

·       Lógligar skyldur (t.d. bókhald).

·        Rakstur og virksemi (t.d. at menna tænastur, tryggja rakstur og samskifti).

·       Samtykki, tá tað er neyðugt (t.d. marknaðarføring/tíðindabræv og cookies). Samtykki skal vera greitt, sjálvboðið, sundurbýtt eftir endamáli, og lætt at taka aftur; og vit skulu kunna skjalprógva tað.

3) Setanir og viðgerðir

Tá vit hjálpa kunda við setan:

·       Kundin er vanliga dátuábyrgdari, og RR Consulting er dátuviðgeri.

·       Vit viðgera bara eftir áheitan frá kundanum og gera skrivliga dátuviðgeraravtalu við kundan, har m.a. trygd, endamál, goymslutíð og undirdátuviðgerar verða ásett.

4) Móttakarar, dátuviðgerar og flutningur

Vit kunnu brúka veitarar (dátuviðgerar) til t.d. teldupost, samskifti og dátugoymslu. RR Consulting brúkar m.a. Office 365/Teams, OneDrive, Dropbox, og onnur arbeiðsamboð.

Vit:

·       gera dátuviðgeraravtalur við dátuviðgerar, tá tað er kravt.

·       og hava eftirlit við viðgerðartrygdini, tí dátuábyrgdarin skal kunna vísa á, at lógarásetingar verða hildnar.

Um dátuviðgerar/undirdátuviðgerar eru í øðrum londum, tryggja vit, at flutningur er lógligur, og at krav um trygd og skjalfesting eru í lagi.

5) Eftirlit við dátuviðgerum 

Eftirlitið verður skipað eftir váða (lítil/míðal/stórur). Er váðin lítil, kann eftirlitið vera einfaldari; er váðin stórur, skal eftirlitið vera nágreiniligari og títtari.

Eftirlit kann m.a. vera:

·       skrivlig váttan/skjalfesting frá veitaranum.

·       gjøgnumgongd av trygdartiltøkum.

·       ella, um neyðugt, ítøkilig kanning/audit

Um dátuviðgeri brúkar undirdátuviðgera, skulu somu krøv setast, og vit skulu tryggja okkum, at eftirlit eisini fevnir um undirdátuviðgerar.

6) Viðgerðartrygd (tøknilig og skipanarlig tiltøk)

Vit arbeiða váðagrundað: vit meta um váðar og seta tiltøk í verk, so trygdarstigið er hóskandi. Dømi um tiltøk:

·       atgongdarstýring (bara neyðug rættindi).

·       logg/eftirlit við atgongd.

·       trygdargoymsla og trygdaravrit.

·       arbeiðsgongdir fyri trygdarbrot.

7) Goymslutíð og striking

Vit goyma persónupplýsingar bara so leingi, sum neyðugt er til endamálið, ella so leingi sum lóggáva krevur. Tá endamálið er liðugt, verða upplýsingar strikaðar/avmarkaðar á tryggan hátt (t.d. sambært avtalu við kunda og dátuviðgeraravtalu).

8) Tíni rættindi

Tú hevur m.a. rætt til:

·       innlit í tínar upplýsingar

·       rætting

·       striking (í ávísum førum)

·       avmarking

·       mótmæli (í ávísum førum)

·       dátaportabilitet (í ávísum førum)

·       og at taka samtykki aftur, tá viðgerð byggir á samtykki

Hvussu tú brúkar rættindi: send teldupost til info@rrc.fo. Vit kunna biðja um staðfesting av samleika. Vit svara skjótast gjørligt.

Kæra: Tú kanst kæra til Dátueftirlitið, sí niðanfyri. 

9) Cookies-politikkur

Hvat eru cookies?

Cookies (farspor) eru smáar dátufílur, sum kunnu verða goymdar á tíni eind, tá tú vitjar okkara heimasíðu. Tær kunnu vera neyðugar, hagtalscookies og marknaðarføringscookies.

Hvørjar cookies brúka vit?

Okkara heimasíða kann brúka:

·       Neyðugar cookies (at fáa síðuna at virka, trygd, grundleggjandi funktiónir).

·       Hagtalscookies (at skilja nýtslumynstur og betra síðuna).

·      Marknaðarføringscookies (t.d. til sosialar miðlar ella at máta lýsingarátøk).

Um tú sært innihald frá t.d. sosialum miðlum (t.d. LinkedIn, Facebook), seta hesir miðlar cookies sambært teirra egnu treytum.

Samtykki til cookies

Vit seta ikki hagtals- og marknaðarføringscookies uttan samtykki. Samtykki:

·       skal vera virkið (t.d. klikk), ikki frammanundan krossaðir puntar

·       skal vera sundurbýtt (tú kanst velja hvønn bólk sær),

·       og skal vera lætt at taka aftur.

Tú kanst altíð broyta/taka samtykki aftur í cookie-stillingunum á heimasíðuni (ella við at strika/blokera cookies í tínum kaga).

Endurskoðan: Politikkurin verður dagførdur, tá broytingar verða í tænastum, tólum ella lógarkrøvum.

8) Kæra til Dátureftirlitið

Tú hevur altíð rætt til og møguleika fyri at kæra viðgerð av tínum persónsupplýsingum av RR Consulting til Dátaeftirlitið:

Dátaeftirlitið
Heiðavegur 25

FO-600 Saltangará
+298 309100

dat@dat.fo