Kom á skeið um leiðaratrivnað við vinnusálarfrøðinginum Lill Palmblad!
RR Consulting skipar fyri skeiðinum, sum verður 11. juni á Hotel Hilton.
Hvussu kunnu vit arbeiða saman um leiðaratrivnað – og harvið standa sterkari í einum kompleksum og broytiligum heimi? Á skeiðnum hyggja vit at, hvussu leiðslubólkar kunnu gerast ein sterkari stuðul hjá hvørjum øðrum og harvið styrkja bæði trivnað og leiðslumegina. Og vit viðgera eisini leiðaratrivnað sum ein part av tilbúgvingini – tí leiðarar, ið standa væl saman, eru betur førir fyri at handfara truplar støður.
Lill Palmblad er vinnusálarfrøðingur og góðkendur arbeiðsumhvørvisráðgevi. Hon er stjóri og partnari í Palmblad Erhvervspsykologi og Better Worklife, og gav í 2024 út bókina Hvem passer på chefen saman við vinnu- og kreppusálarfrøðinginum Louise Dinesen.
Les meira um skeiðið og keyp atgongumerki her.
