Spennandi uppgáva hjá RR Consulting at leiða verkætlanina at gera eina strategi fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, BHS2035. Hoyr samrøðu í KVF um hetta strategiarbeiðið
Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy hevur sett arbeiðsbólk at gera framtíðarætlan, sum verður grundarlagið fyri arbeiðnum og menningini næstu árini.
Allar kommunurnar í Suðuroy eru umboðaðar í Bú- og heimatænastuni, og stýrið hevur sett Rúni Rasmussen sum verkætlanarleiðara.
Málið er, at stýrið fyri BHS samtykkir heildarætlanina á vári 2026.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
