Leiðaratrivnaður við Lill Palmblad

Leiðarar bera ofta stóra ábyrgd og standa í avbjóðandi støðum, men ov sjáldan verður trivnaðurin hjá leiðaranum sjálvum settur á breddan.

Tí bjóðar RR Consulting til skeiðið Leiðaratrivnaður í felagsskapi, har vit seta sjóneykuna á, hvussu leiðarar og leiðslubólkar kunnu styrkja trivnaðin og samstarvið. Skeiðið verður á Hotel Hilton hósdagin 11. juni kl. 9.00–16.00.

Skeiðshaldari er viðurkendi vinnusálarfrøðingurin Lill Palmblad, sum arbeiðir við leiðslu, leiðaratrivnaði og arbeiðsumhvørvi. Hon gav í 2024 út bókina Hvem passer på chefen? saman við Louise Dinesen.

Á skeiðinum verður m.a. arbeitt við:
– Leiðaratrivnaði
– Karmum fyri leiðaratrivnað
– Sálarligum tryggleika og samstarvi í leiðslubólkum
– Handfaring av truplum støðum
– Trivnaði í organisatiónini

Skeiðið er viðkomandi fyri leiðarar á øllum stigum, leiðslubólkar og HR-starvsfólk, ið arbeiða við karmum fyri góða leiðslu.

Tit kunnu melda til við senda teldupost til info@rrc.fo og upplýsa navn/nøvn hjá luttakarunum.

Tað ber eisini til at melda til beinleiðis her.

Sertilboð
Um tit melda 3 ella fleiri luttakarar frá tykkara organisatión, er prísurin 5.500 kr. pr. luttakara u/mvg. Vanligur prísur er 6.300 kr. u/mvg, so tit spara 800 kr. pr. luttakara.

RR Consulting