Um RR Consulting

RR Consulting veitir ráðgeving í leiðslu, organisatiónsmenning,
strategi v.m. Eisini bjóðar RR Consulting fyrilestrar og skeið,
prosessleiðslu og ymisk greiningararbeiði.

Málið er altíð at skapa virði fyri kundan í tøttum og
professionellum samstarvi við hann.

Rúni Rasmussen eigur og rekur RR Consulting.
Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir á fleiri økjum,
og hevur ráðgeving og sparring verið týðandi á yrkisleið hansara.

Les nærri lýsing av RR Consulting tænastum her.

Hann var deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni í 12 ár, og
frá 2021 til 1. mars í ár var hann kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu.

Rúni er útbúgvin stjórnmálafrøðingur (Fróðskaparsetur Føroya),
lokið MBA-prógv í boytingar- og innovatiónsleiðslu (York St. John University,),
og hevur hann umframt hetta útbúgvingar/skeið í verklætlanarleiðslu,
strategiskum framskygni og atferðarfrøði (nudging).

Rúni er limur í Chartered Management Institute (CMI) og heldur
seg í ráðgevingararbeiðinum seg til atferðarreglurnar (kodeks) hjá CMI.

Hann hevur síðuna leidsla.fo, har viðkomandi tilfar um leiðslu og innovatión er tøkt.

Missión

RR Consulting ráðgevur og hjálpir organisatiónum og leiðarum at eydnast og at skapa varandi virði grundað á samskapan og framskygda ráðgeving.

Virði

Tørv á hjálp?

Set teg í samband við okkum og vit svara tær skjótast gjørligt