Vitlíki fyri arbeiðsplássið

Dagur: Hósdagur 5. februar kl. 9.00-12.00

Staður: Hotel Runavík

Kom á spennandi skeiði í at brúka vitlíki (AI) í praksis! Set 3 tímar av til vitlíki hósdagin 5. februar!

Tað er ikki neyðugt at hava tøkniliga bakgrund fyri at luttaka á skeiðnum.

Endamál

Endamálið er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um vitlíki og hvussu vitlíki kann skapa virði og brúkast skynsamt í arbeiðshøpi. Eftir skeiðið dugir tú at brúka vitlíki sum eitt sterkt arbeiðsamboð, og tú veitst, hvat tú skalt ansa eftir.

Innihald

– Hvat er vitlíki (AI)? Hvat dugir vitlíki væl og minni væl?

– Stutt innleiðsla til ymisk vitlíkistól, millum annað ChatGPT.

– Prompting (at spyrja væl)

– Trygd og dátuvernd

– Praktiskar venjingar við vitlíki

Tú lærir

– Grundleggjandi um vitlíki (møguleikar og avmarkingar)

– At brúka vitlíki sum eitt effektivt amboð í tínum arbeiði

– At greina, skriva, gera samandráttir av tekstum og at hugskotsmenna

– At brúka viðkomandi amboð og hvussu tú kanst menna tínar førleikar í vitlíki

Skeiðshaldari

Dávid í Lág er útbúgvin teldufrøðingur og er í gongd við eina Ph.D.-verkætlan, har hann granskar í vitlíki og máltøkni. Hann hevur nógvar royndir í at leiða KT-verkætlanir og at undirvísa í KT í arbeiðshøpi. Dávid leggur í undirvísingini dent á gera torskild evni einføld og løtt at skilja.

At hava við

Luttakarar hava farteldu løðara við.

Um RR Consulting

RR Consulting er føroyskt ráðgevingarvirki, sum arbeiðir við leiðslu, organisatiónsmenning og strategi. RR Consulting skipar eisini fyri skeiðum og tiltøkum.