Kunning um strategi BHS2035

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy skipaði 3. desember fyri kunning um arbeiðið at gera eina ætlan fyri eldraøkið í Suðuroy. Uml 150 fólk møttu í SALT til tiltakið.

Sera góð íkøst komu frá pallborðinum og úr salinum. Rúni Rasmussen er verkætlanarleiðari fyri hetta spennandi strategiarbeiðið, og saman við góðum og dugnaligum starvsfólkum í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy fer vónadi ein góð og framskygt ætlan at spyrjast burturúr. Rúni hevði framløgu um arbeiðið við framtíðarætlan fyri eldraøkið í Suðuroy.