Okkara
Services
Ráðgeving og sparring
RR Consulting bjóðar ráðgeving og sparring til leiðarar og organisatiónir. Vit leggja stóran dent á at skilja støðuna, styrkir og avbjóðingar hjá leiðarum og organisatiónini. Grundað á fjølbroyttar leiðsluroyndir og góða fakliga grund, hjálpa vit tykkum at mennast, at seta mál og at røkka teimum.
Greiningar og tilmæli
Avbjóðingar hjá einari organisatión kunnu vera nógvar og fjølbroyttar. Men allar organisatiónir hava eisini sínar styrkir og tilfeingi, sum kann brúkast til at menna og framtíðartryggja organisatiónina.
Ein organisatiónin kann stríðast við ymiskt, og leitar tí eftir møguligum loysnum og nøktandi handfaring. Her kunnu uttanhýsis eyguni (gløgt er gestsins eyga), lurtandi tilgongdin og førleikarnir hjá RR Consulting hjálpa og skapa virði.
RR Consulting ger greiningar og metingar av organisatiónum í tøttum samstarvi við leiðsluna. Málið er at hjálpa og menna við lurtandi tilgongd, har styrkir og avbjóðingar verða eyðmerktar. Og síðan verður erlig og væl grundað tilmæli um batar og menning løgd fyri leiðsluna.
Vit hjálpa ikki bara við at gera organisatiónsmetingar (diagnosur). Vit geva eisini væl grundað tilmæli um, hvat kann gerast fyri at handfara avbjóðingar, broyta organisatiónina ella gera hann sterkari til at mennast í einum ofta avbjóðandi og óstabilum umhvørvi.
Fyrilestrar
Hava tit tørv á einum fyrilestri ella uppleggi, sum er kveikjandi og bjóðar av? So eru vit fús at taka eitt prát um, hvussu RR Consulting kann hjálpa.
RR Consulting fer við opnum sinni í dialog við kunda, sum ynskir at fáa ein fyrilestur ella upplegg um eitt ávist evni ella avbjóðing, sum er serliga viðkomandi fyri kontekstin hjá kundanum.
Dømi um fyrilestrar:
- Hvat er góð leiðsla?
- Vit eru hackað!! Hvat skulu vit gera?
- Kann framtíðin skapast?
- Hvussu leiða broytingar?
- Hvørji megatrends mynda heimin?
- Hvussu leiða í kreppu?
- Eyðkenni fyri sunnar organisatiónir
Seta starvsfólk
RR Consulting hevur drúgvar royndir at leiða setanartilgongdir, meta um umsøkjarar og at gera tilmæli til støðutakan. Vit leiða slíkar tilgongdir í sera tøttum samstarvi við leiðslu/HR-ábyrgdarfólk og við stórari virðing fyri umsøkjarum og starvstørvinum hjá kundanum.
Í stuttum býta vit eina setan í fýra:
- Fyrireiking (tørvur, profilur og at gera lýsing)
- Viðgera og meta um umsóknar við støði í starvslýsing og tørvinum hjá organisatiónini
- Samrøður við útvaldar umsøkjarar og meting teimum
- Gera tilmæli um best skikkaðu umsøkjararnar
Strategi - og visiónsarbeiði
Vit fasilitera og leiða tilgongdir (prosessir). Her kann talan vera um eina tilgongd at orða virði, missión og visión hjá organisatiónini.
RR Consulting hevur eina samskapandi og opna tilgongd til strategiskar tilgongdir. Gransking vísir, at samskapandi arbeiðsháttur og involvering loysig seg og ger t.d. eina strategi betri, og eisini gevur hesin háttur nógv betri møguleika fyri at fremja ætlanirnar, tí starvsfólkini er tikin við og kenna ognarskap og ábyrgd.
Skeið og verkstovur
RR Consulting bjóðar ymisk skeið, sum eru viðkomandi fyri organisatiónir, leiðarar og starvsfólk. Vit bjóða almenn skeið og verkstovur.
Vit skipa eisini fyri innanhýsis skeiðum og førleikamenning, og verður hetta samskapað í tøttum og professionellum samstarvi við kundan.
Dømi um skeið, sum RR Consulting bjóðar:
- At leiða og standa í kreppu
- Grundleggjandi skeið í leiðslu
- At vera leiðari í politiskum umhvørvi
- Vitlíki fyri arbeiðsplássið
Vit leggja stóran dent á involvera skeiðsluttakarar og at fáa vitan og royndir hjá øllum fram. Vit læra ofta best í felag, og vit kunnu hjálpa hvør øðrum at menna førleikar og persónligar eginleikar.
Við verkstovuleistinum verður lagt upp til at samskapa, bjóða av og síggja tingini frá ymiskum sjónarhornum.
Hava tit ynski um at eitt ávíst skeið ella verkstovu, so eru vit klár at taka prát um, hvussu hetta kann skipast væl við støði í tykkara konteksti.