Okkara
Services
Ráðgeving og sparring
RR Consulting bjóðar ráðgeving og sparring til leiðarar og organisatiónir. Vit leggja stóran dent á at skilja støðuna, styrkirn og avbjóðingar hjá leiðarum. Grundað á fjølbroyttar leiðsluroyndir og góða fakliga grund, hjálpa vit tykkum at mennast, at seta mál og at røkka teimum.
Greiningar og tilmæli
Avbjóðingar hjá einari organisatión kunnu vera nógvar og fjølbroyttar. Men allar organisatiónir hava eisini sínar styrkir og tilfeingi, sum kann brúkast til at menna og framtíðartryggja organisatiónina.
RR Consulting ger greiningar og metingar av organisatiónum í tøttum samstarvi við leiðsluna. Málið er at hjálpa og menna við lurtandi tilgongd, har styrkir og avbjóðingar verða eyðmerktar. Og síðan verður erlig og væl grundað tilmæli um batar og menning løgd fyri leiðsluna.
Hvussu hevur tykkara organisatión tað? Vit kunnu hjálpa tykkum við uttanhýsis eygum at svara hesum grundleggjandi spurningi. Men vit hjálpa ikki bara við at gera organisatiónsmetingar (diagnosur). Vit geva eisini væl grundað tilmæli um, hvat kann gerast fyri at handfara avbjóðingar, broyta organisitatiónina ella gera hann sterkari til at mennast í einum ofta avbjóðandi og óstabilum umhvørvi.
Fyrilestrar
Hava tit tørv á einum fyrilestri ella uppleggi, sum er kveikjandi og bjóðar av? So eru vit fús at taka eitt prát um, hvat RR Consulting kann hjálpa.
Dømi um fyrilestrar:
- Hvat er góð leiðsla?
- Kann framtíðin skapast?
- Hvussu leiða broytingar?
- Vit eru hackað!! Hvat skulu vit gera?
- Hvussu leiða í kreppu?
- Eyðkenni fyri sunnar organisatiónir
Gera politikkir og ætlanir
egin tekstur
Fasilitera tilgongdir
Eisini kunnu vit fasilitera tilgongdir (prosessir). Her kann talan vera um eina tilgongd at seta orð á virði, missión og visión hjá organisatiónini.
Strategi - og visiónsarbeiði
egin tekstur
Skeið og verkstovur
RR Consulting bjóðar ymisk skeið, sum eru viðkomandi fyri orginasatiónir, leiðarar og starvsfólk. Vit bjóða almenn skeið og verkstovur. Vit skipa eisini fyri innanhýsis skeiðum og førleikamenning, og verður hetta samskapað í tøttum og professionellum samstarvi við kundan.
Dømi um skeið, sum RR Consulting bjóðar:
- At leiða og standa í kreppu
- Grundleggjandi skeið í leiðslu
- At vera leiðari í politiskum umhvørvi
- Vitlíki fyri arbeiðsplássið
Hava tit ynski um at eitt ávíst skeið, so eru vit klár at taka prát um, hvussu hetta kann skipast.