Framtíðarætlan løgd fram í Suðuroy

Nýggj framtíðarætlan hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy (BHS) bleiv mikukvøldið 8. apríl løgd alment fram.

Ætlanin, BHS2035, er grundarlagið fyri menningini av BHS fram ímóti 2035.

Rúni Rasmussen, eigari av RR Consulting, hevur leitt hetta umfatandi og nýskapandi arbeiðið og arbeiðsbólkin, sum var mannaður við trimum starvsfólkum hjá BHS.

BHS2035 inniheldur eina høvuðsvisión, virði, missión og sjey átaksøki við fjølbroyttum átøkum.

Visiónin fyri BHS2035 er henda:
Saman skapa okur eitt virkið og innihaldsríkt eldralív, har tryggleiki, umsorgan og trivnaður ganga hond í hond.

Ætlanin er gjørd við íkasti og ávirkan frá brúkarum, starvsfólkum, avvarðandi og øðrum áhugapørtum.

Í arbeiðsbólkinum vóru (sí myndina omanfyri frá vinstru): Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, Una Johanna Nolsøe, Elin Kristina S. Viðoy og Bára Krosslá Mortensen. Á myndini er eisini Heri Norðberg, stjóri fyri BHS.

Fleiri myndir frá framløguni 8. apríl eru á bhs.fo.

Framtíðarætlanin er tøk her.

RR Consulting bjóðar ráðgeving og hjálp í samband við strategiarbeiði og organisatónsmenning.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *