10 spurningar um leiðslu uttan svar

Rúni Rasmussen

Leiðsla snýr seg ofta um at hava svarini. Men kanska byrjar góð leiðsla ikki við svarum, men við røttu spurningunum.

Sokrates segði, at lívið uttan sjálvrannsakan ikki er vert at liva.

Niðanfyri eru 10 spurningar um leiðslu uttan svar, og tað er tilvitað. Spurningarnir eru ætlaðir at hjálpa tær at grunda á teg sum leiðara, títt leiðslutoymi og organisatiónina. Fleiri av spurningar eru væl egnaðir at arbeiða við í leiðslutoyminum.

  1. Hví ert tú leiðari?
  2. Hvat kanst tú gera ítøkiliga fyri at blíva ein betri leiðari?
  3. Brúkar tú meira orku til at tosa og fáa títt fram enn at lurta og skilja onnur?
  4. Hvat fær teg at trívast sum leiðara?
  5. Hvønn týdning hevur samstarvið í leiðslutoyminum fyri organisatiónina?
  6. Eru mál og uppgávur greiðar?
  7. Hvussu er sálarliga arbeiðsumhvørvið í organisatiónini?
  8. Hvussu lýsir tú í einum stuttum setningi endamálið (missiónina) við organisatiónini?
  9. Er mentanin í organisatiónini góð og sunn?
  10. Hvussu ynskir tú, at tín organisatión skal síggja út um 10 ár?

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *