Leiðsluskeið 17. februar

Vit tú mennast sum leiðari? Tørvar tær íblástur og vitan um leiðslu? Kom á skeið og fá viðkomandi vitan og amboð á ferðini at leiða og gera mun í tínum umhvørvi.

Endamál

Endamálið er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um leiðslu og um møguleikar og avbjóðingar hjá leiðarum. Á skeiðnum fara vit at hyggja at eyðkennum fyri góða leiðslu og øðrum viðkomandi evnum og knýta tey til praksis.

Innihald

  • Hvat er leiðsla?
  • Eyðkenni fyri góða leiðslu
  • Leiðaratrivnaður
  • Relatiónsleiðsla
  • At vera leiðari í lítlum samfelagi

Tú fært

  • Grundleggjandi vitan um leiðslu, grundað á praktiskar royndir
  • Viðkomandi tilfar á føroyskum
  • Skeiðsváttan

Praktiskar upplýsingar

Nær: Týsdagin 17. februar kl. 9.00-15.30.

Stað: Hotel Runavík.

Tilmelding og kostnaður

Tilmelding á atgongumerki.fo.

Kostnaðurin er 2.600 kr. u/mvg (íroknað er morgunbiti, miðmáli og skeiðstilfar).

Tilmeldingarfreistin er 13. februar.

Skeiðshaldari

Rúni Rasmussen, stovnari av RR Consulting, hevur fjølbroyttar leiðsluroyndir. Hann er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur MBA í broytingarleiðslu. Hann hevur síðuna leidsla.fo. Rúni leggur í undirvísingini dent á at knýta royndir og tað fakliga saman, og at luttakarar læra í felag og av hvørjum øðrum.  

Um RR Consulting

RR Consulting er føroyskt ráðgevingarvirki, sum arbeiðir við leiðslu, organisatiónsmenning og strategi. RR Consulting skipar eisini fyri skeiðum og tiltøkum.